Turr vika fyri framman

Møguliga okkurt æli, men yvirhøvur turt og sólglottar komandi vikuna, sigur Petur Skeel, veðurfrøðingur.

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar eina turra viku.

 

Lot av norði ella ymsum ættum mánadagin, lot av landnyrðingi og eystri týsdagin, gul til stívt andøvsgul av eystri mikudagin. Hósdagin verður stívt andøvsgul av eystri og landssynningi, fríggjadagin upp í ein strúk.

 

Mánadagin verður hitin millum trý og seks stig, týsdagin og mikudagin millum fýra og sjey stig, hósdagin og fríggjadagin millum fimm og níggju stig.

 

Mánakvøldið og týsdagin verður møguliga okkurt æli, annars turt og sólglottar.