Tað hevur verið óvanliga heitt og turt íí londunum á Balkan í summar, og hetta hevur kostað hesum frammanundan fátæka partinum av Evropa nógvar milliardir krónur í mistari inntøku.
Í Serbia, Kroatia og Bosnia siga landbúnaðarmyndugleikarnir, at grøði fyri nógvar milliardir er farin fyri skeyti, og í Bulgaria og Rumenia hava hitin og turkurin eisini oyðilagt stóran part av grøðini. Í Serbia meta myndugleikarnir, at missurin hjá landbúnaðinum liggur um einar sjey milliardir krónur. Har hevur tað ikki verið so heitt síðani 1887, og í meiri enn 50 dagar var hitin oman fyri 35 stig.
Myndugleikarnir í Bosnia meta, at millum 30 og 40 prosent av grøðini er farin fyri skeyti, og myndugleikarnir í Kroatia siga tað sama. Ringast stendur til í Slavonia, sum er tað týdningarmesta landbúnaðarøkið í Kroatia. Har er meiri enn 60 prosent av grøðini farin fyri skeyti, siga myndugleikarnir.










