Fyrra hálvfinalan endaði málleys, og nú seinna hálvfinalan er hálvrunnin, er støðan millum grannarnar HB og B36 0-0.
HB legði bragdligari fyri, og teir svørtu og reyðu høvdu í sambandi við deyðbóltsstøður fleiri vandamiklar royndir, men tað varð ikki nærri enn nær við og næstan hjá miðverjunum Hans á Lag og Fróða Benjaminsen.
Sum 1. hálvleikur leið, setti B36 seg alt meiri á fótbóltsspælið, og teir hvítu og svørtu spældu seg til onkran góðan møguleika, eitt nú frísparksroynd frá Santos, uttan at mál spurdist burturúr.