Turkiskur tónleikur hevur merkt árið hjá Helga

Meðan Pegasus og Orka eru best av tí føroyska, so leitar Helgi sær til Turkalands at finna bestu útlendsku útgávuna.

Ungi havnamaðurin Dan Helgi í Gong flutti fyri góðum ári síðani aftur til Føroya eftir at hava búð í London í nøkur ár. Har yviri byrjaði hann spakuliga at gera vart við seg innan elektroniska tónleikaheimin. Onkrar stakútgávur eru komnar út á marknaðin og Dan Helgi í Gong hevur eisini luttikið á várframsýningini.

 

Tó at Helgi, sum hann kallar seg, tá hann hevur framførslur, hevur sínar fjepparar, so eru neyvan nógv, ið kenna til tónleikin, sum hann hevur valt sum ársins sangur og ársins útgáva. Orsøkin er, at í báðum førum er talan um tónleik við turkiskum íblástri.

 

- Lagið hjá Acid Arab, ‘’Stil feat. Cem Yıldız’’, er besti sangur. Flottur Techno/House sangur, har turkiskt ljóð og mál verður nýhugsað, sigur Helgi.

 

Hann sigur, at fyri sítt viðkomandi hevur 2016 verið eitt løgið ár viðvíkjandi tónleiki. Hann hevur ikki lurtað eftir nógvum heilum útgávum, men men onkrar eru, sum hava vakt ans.

-  Útgávan hjá Khidja, ‘’El Fadaa’’, ið bert hevur 3 sangir, er fyri mær ein tann besta, ið er útkomin í ár. Khidja er ein bólkur úr Rumenia, teir (Flore og Rusu) eru ógvuliga hugtiknir av turkiskum tónleiki, hetta hoyrist týðiliga, samstundis at ein sangur ber heitið, ‘’Drums of Taksim’’, (Taksim er ein býarpartur í Istanbul). Útgávan er mystisk, ber brá av techno, disco, acid house, turkiskum fólkatónleiki og júst hetta, er tað, ið ger ‘’El Fadaa’’ serliga merkisverda. Nú snýti eg eitt sindur, men vil eisini stutt nevna eina útgávu, hjá Yves Tumor, ið kom út í oktobur, ið kallast ’’Serpent Music’’, ein útgáva eg heilt víst fari at lurta meira eftir. 

 

Her heima hevur Helgi eisini greið boð upp á, hvat eru bestu sangirnir og útgávan.

- Ein føroyskur sangur, ið hevur fangað meg í ár, er heilt víst ‘’Pegasus’’, ið Guðrið Helmsdal skrivaði og Guðrið Hansdóttir gjørdi lag til. Eftir mínum tykki, eitt gott lag og avbera góð framleiðsla, sigur Helgi. Guðrið Hansdóttir syngur sangin, saman við Marius Ziska. Sangur er at finna á útgávuni Painted Fire.

 

Hon vinnur tó ikki frama sum besta føroyska útgávan. Har fer heiðurin til Orku.

- Heilt víst er besta útgávan ‘’Vað’’, hjá Orka. Hóast at tað eru komnar aðrar góðar føroyskar útgávur í ár, so er henda útgávan tann, ið ger okkurt serliga áhugavert, júst soleiðis mær dámar tað, sigur Helgi.