Turkiski býurin Bodrum hevur fingið stóran skaða av jarðskjálvtanum, sum í nátt rakti grikska oyggjahavið og Turkaland, og fleiri hundrað menniskjur hava fingið skaða í býnum. Tað upplýsa turkiskir myndugleikar í dag.
Í minsta lagi 358 menniskjur hava fingið skaða í turkiska býnum, harav sjúkrabilar hava flutt 272 teirra á sjúkrahús eftir náttúruvanlukkuna. Tað upplýsir Ahmet Demircan, ið er heilsumálaráðharri í turkisku stjórnini fyri Ritzau tíðindastovuni.
Hjá teimum flestu er tó talan um smærri snuddir, og eru tað einans 25 persónar, ið framhaldandi eru innlagdir, upplýsir heilsumálaráðharrin.
Bekir Yilmaz, ið er landshøvdingur í økinum, sum er harðast rakt í Turkalandi, upplýsir eisini sambært tíðindastovuni, at sjúkrahúsið hevur fingið so stóran skaða av jarðskjálvtanum, at neyðugt er at viðgera sjúklingarnar í havanum.
Miðdepilin á jarðskjálvtanum, ið varð máldur til 6,1 á Ritcher-skálanum, varð mettur at vera umleið 10 kilometrar sunnan fyri Bodrum og 16 kilometrar eystan fyri Kos.