Turkiska flogvápnið bumbað kurdiskan bý

Flogfør hjá turkiska flogvápninum lupu í nátt á ein kurdiskan bý har eysturi í landinum. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at 11 fólk høvdu latið lív í álopinum, men seinni hava lokalar keldur sagt fyri tíðindastovunum, at álopið kostaði í minsta lagi 23 mannalív.

Ein talsmaður fyri turkisku herleiðsluna hevur váttað, at flogfør lupu á mál í býnum Ortasu í landspartinum Sirnak, sum er har eysturi í landinum. Talsmaðurin vil tó ikki gera viðmerkingar til, hvussu mong mannalív álopið kravdi.

Fyri fýra mánaðum síðani søkti turkiski stjórnarherurin at kurdisku uppreistrarmonnunum á markinum millum Turkaland og Irak. Ta ferðina lógu umleið 150 uppreistrarmenn eftirá, skrivar AFP.