Turkisk bumbuflogfør bumbaðu í gjárkvøldið kurdiskar støðir har norðuri í Irak Turkisku myndugleikarnir siga, at flogførini søktu at støðum hjá kurdum, sum lupu á eina marknastøð hjá turkiska herinum í gjár.
Turkiska herleiðslan sigur, at fleiri kurdiskir uppreistrarmenn doyðu í bumbuálopinum í gjárkvøldið, men einki tal verður nevnt.
Reuters skrivar, at turkiska hervaldið hevur javnan søkt at kurdiskum støðum har norðuri í Irak teir seinastu fimm mánaðirnar.