Turkið kava av rútunum

Tá kavi kemur niður, er tað ofta kalt at fara út at turka kavan av rútunum. Men hetta skal gerast, tí verður tú tikin, so kanst tú missa koyrikortið ? Vit síggja ofta, at fólk bara koyra eitt lítið hol í kavan á forrútinum, men tað er ikki loyvt, vísir vakthavandi á politistøðini í Havn á.

Hann greiðir somuleiðis frá, at tað eru ymisk stig av døming. Alt frá bót til eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

- Tað er sera týdningarmikið fyri trygdina og fyri koyrikortið, at man vaskar allan kavan av rútunum á bilinum, staðfestir vakthavandi.