Turkaland hevur nú biðið trygdarráðið hjá ST taka neyðug stig til tess at steðga álopum hjá sýriskum uppreistrarmonnum á mál turkisku megin markið. Áheitanin er ein beinleiðis avleiðing av hendingini í gjár, tá ein granat, sum kom úr Sýrialandi, brast í einari turkiskari bygd tætt við markið, og fimm fólk doyðu.
-Hetta er eitt álop hjá Sýrialandi á Turkaland, stóð í brævi, sum turkiski ST-sendiharrin, Ertugrul Apakan, sendi í ST-trygdarráðnum í gjárkvøldið.
Fyrrapartin fer turkiska tjóðartingið at taka støðu til, um tað skal geva stjórnini heimild til hernaðarlig átøk yvir um markið við Sýrialand, um tað verður mett neyðugt.