Turkiski stjórnarherurin søkti í gjár at kurdiskum bygdum í Norðurirak Fólkið í teimum kurdisku bygdunum tóku til rýmingar, tá turkisku hermenninir fóru at skjóta um markið. Ein talsmaður hjá kurdisku myndugleikunum sigur, at turkiska álopið kravdi ikki mannalív.
Turkiski herurin hevur hótt við at senda deildir inn um irakska markið eftir kurdiskum uppreistrarmonnum, sum fjala seg har. Stjórnin í Ankara styðjat herin og ætlar at biðja tjóðartingið taka undir við, at herurin sendir fólk inn í Norðurirak.
USA hevur ávarað Turkaland ímóti at senda herfólk inn í Norðurirak, men turkiski forsætisráðharrin, Recep Tayyip Erdogan, segði um vikuskiftið, at hann er til reiðar at lata herin fara inn um irakska markið, um tað er neyðugt.