Turkar skjóta aftur

Annan dagin á rað hevur tuskiski stjórnarherurin skotið eftir málum í Sýrialandi í morgun, eftir at ein sýrisk granat brast í turkisku bygdini Yayladag í nátt.

Tað skrivar turkiska tíðindastovan Anatolia.

-Hernaðarligar eindir turkisku megin markið svaraðu alt fyri eitt sýriska álopinum, skrivar tíðindastovan. Hon nevnir ikki, hvørjum málum í Sýrialandi herurin skeyt eftir.

Samstundis hevur stjórnin í Damaskus lagt turkisku stjórnina undir at økja spenningin í økinum meiri, enn neyðugt er.