Turkar og kurdar samdir um friðarætlan

Turkiska stjórnin og kurdiski uppreistrarfelagsskapurin PKK eru komin ásamt um eina friðarætlan. Turkiskir fjølmiðlar skriva, at semjan er fingin í lag aftan á samráðingar við tann fongslaða PKK-leiðaran Abdullah Öcalan (myndin), og eftir henni bindur PKK seg til at gevast við sínum vápnaða stríði í mars. Síðani skulu partarnir samráðast um eina veruliga friðarloysn.

Eygleiðarar í Ankara vænta, at turkiska stjórnin fer at samsýna kurdum við at geva teimum betri umstøður at liva undir. 15 milliónir kurdar eru í Turkalandi.

Óváttað tíðindini vilja vera við, at teir seinastu mánaðirnar hava starvsmenn hjá turkisku fregnartænastuni samráðst við Öcalan, sum situr í fongsli á einari oyggj uttan fyri Istanbul. Hann varð handtikin í 1999. Ein fráboðan um, at eitt ella annað var á veg, kom í síðstu viku, tá tveir kurdiskir politikarar sluppu at vitja Öcalan í fongslinum. Tað er ikki hent fyrr.