Turkar banna royking

Tyrkiska tjóðartingið viðgjørdi í gjár eitt lógaruppskot um at banna royking í øllum hølum, sum eru opin fyri almenninginum. Millum hølini, sum koma undir lógina, eru matstovur og kaffistovur, og uppskotið fær stuðul frá stjórnarflokkinum, sum hevur tann neyðuga meirilutan til at samtykkja tað. Verður uppskotið samtykt, fáa matstovurnar, kaffistovurnar og hini hølini, ið koma undir lógina, seks mánaðir til at fáa sær serlig roykirúm. Kanningar hava víst, at umleið 40 prosent av øllum turkum oman fyri 15 ár roykja.