Belgia tapti í Týsklandi, meðan Turkaland vann tepran sigur á Aserbadjan, sum merkir at Turkaland endar á øðrum plássi.
Hóast Týskland longu undan dystinum hevði vissa sær pláss til EM endaspælið í Ukreina og Póllandi, so vístu teir onga náði, tá Belgia kom á vitjan í kvøld. Týskland vann 3-1, eftir at hava verið á odda 3-0. Mesut Ozil, Andre Schurrie og Mario Gomez skoraðu málini fyri Týskland, meðan Everton miðvallarin, Marouane Fellaini, minkaði um munin seint í dystinum.
Turkaland vann 1-0 á heimavølli móti Aserbadjan. Málið, sum Burak Yilmaz skoraði, kom tá ein tími varð leiktur. Sigurin merkir, at Turkaland yvirhálar Belgia og endar á øðrum plássi, sum gevir atgongd til tveir finalu dystir um at sleppa við til EM endaspælið.
Úrslitini í kvøld í bólki A:
Kasakstan Eysturríki 0-0 (0-0)
Týskland Belgia 3-1 (2-0)
1-0 Mesut Ozil, 30
2-0 Andre Schurrie, 33
3-0 Mario Gomez, 48
3-1 Marouane Fellaini
Turkaland Aserbadjan 1-0 (0-0)
1-0 Burak Yilmaz, 60
Støðan í bólkinum:
1. Týskland 20(stig)
2. Turkaland 17
3. Belgia 15
4. Eysturríki 12
5. Aserbadjan 7
6. Kasakstan 4
Týskland beinleiðis víðari til EM endaspælið. Turkaland skal spæla um at koma til endaspælið.










