Turkaland vil stýra miðlunum

Turkiska stjórnin ætlar at seta í gildi eina nýggja lóg, so tað skal bera til at stýra sosialu miðlunum, so sum Facebook, Twitter og líknandi, har nógvar og harðar atfinningar hava verið ímóti forsetanum, Recep Tayyip Erdogan, og stjórn hansara.

Avísin Hürriyet Daily News skrivar, at stjórnin fyrireikar eitt lógaruppskot, sum skal hava til endamáls at fáa fult tamarhald á “provokativum” sosialum miðlum, sum hava havt stóran týdning fyri, hvussu tað hevur borið til at skipað og lagt til rættis mótmælistiltøkini, sum hava veirð síðani 28. mai.

Forsetin í Turkalandi, Abdullah Gül, skal tó hava gjørt stjórnini greitt, at skal ein slík lóg setast í gildi, má hon eisini halda seg til tær reglurnar á økinum, sum frammanundan eru galdandi í ES.