Í dag byrjar innleiðandi HM-undankappingin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum hesa ferð verður spæld í Føroyum. Føroysku kvinnurnar skulu seinni í kvøld í eldin, tá tær á Tórsvølli skulu spæla móti Luksemborg klokkan 19:30.
Klokkan 15:00 í dag var fyrsti dysturin í innleiðandi HM-undankappingini spældur, tá tvey av hinum liðunum í bólkinum – Turkaland og Montenegro møttust á Tórsvølli.
Turkaland, ið er størsti favoritturin í bólkinum hjá Føroyum, vann sum væntað dystin. Talan var ein rímiliga tryggan sigur, ið endaði 3-0 til turkisku kvinnurnar. Hóast trygga sigurin, beit Montenegro eisini frá sær, og í fleiri førum høvdu tær møguleika fyri at koma á máltalvuna, tó at tær misnýttu. Talan var tó um ein fult uppibornan sigur til Turkaland.
Málini hjá turkisku kvinnunum í dag skutu Ebru Topcu, Selen Altankulak og Melike Pekel.
Turkaland spælir leygardagin aftur, tá tær møta Luksemborg, meðan Montenegro skal spæla móti Føroyum á Tórsvølli leygardagin klokkan 15:00.
Turkaland – Montenegro 3-0 (3-0)