Turkaland ætlar at senda herin inn í Norðurirak

Turkiski herurin vil sleppa um irakska markið at jagstra kurdiskar álopsmenn, men USA mutar ímóti

Leiðslan í turkiska stjórnarherinum er í øðini inn á kurdiskar álopsmenn, sum hava beint fyri 15 stjórnarhermonnum teir seinastu dagarnar.

 

Trupulleikin hjá herinum er, at teir kurdisku álopsmenninir fjala seg í Norðurirak, men nú hevur herleiðslan mist tolið og hevur biðið stjórnina um loyvi til at fara um markið eftir álopsmonnunum. Í gjár gjørdi Tayyip Erdogan, forsætisráðharri, av at gera eftir áheitanini frá herinum, og hann hevur nú biðið tjóðartingið staðfesta avgerðina hjá stjórnini.

 

Amerikanska stjórnin er harðliga ímóti, at turkiskir hermenn fara inn í tann kurdiska partin av Irak, og hon hevur biðið stjórnirnar í Ankara og Irak loysa málið. Amerikanska herleiðslan hevur ávarað um, at tað kann fáa sera álvarssamar avleiðingar fyri trygdina í Norðurirak, um Turkaland sendir hermenn um markið aftan á kurdisku álopsmonnunum.