Turkaland skal ikki upp í ES

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, er framvegis ímóti, at Turkaland skal fáa limaskap í ES. Hinvegin fer hon ikki at forða fyri, at samveldið kann tingast við turkar um limaskap, men ein tilsøgn um tingingar skal ikki vera nøkur trygd fyri limaskapi.

Tað segði Angela Merkel, eftir at hon hevði havt ein fund við turkiska forsætisráðharran, Recep Tayyip Erdogan, í Ankara í gjár.

Fyrr hevur franski forsetin, Nicolas Sarkozy, sagt, at hann vil ikki hava Turkaland upp í ES. Sambært Merkel og Sarkozy er Turkaland ikki ein náttúrligur partur av evropeiska marknaðinum.