Tað er ikki óhugsandi, at ein samráðingarfundur kann fáast í lag millum ríkisleiðararnar í Russlandi og Ukraina ein av næstu døgunum.
Hetta veit ávísin, Ukrainska Pravda at siga, og tað er eitt nú www.tv2.no sum í dag endurgevur blaðið.
Tað er verjumálaráðharrin í Turkalandi, Hulusi Akar, sum er keldan til tíðindini, og hann luttekur sambært útlendskum miðlum á Ukraina-fundi í Ramstein í Týsklandi.
Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hevur havt fleiri prát við ávikavist, Vladimir Putin og Volodymyr Zelenskyj.
Samráðingarfundir hava áður verið í Turkalandi, og mett verður, at møguleiki nú er fyri at fáa ríkisleiðararnar til samráðingarborðið í næstum.