Turkaland hevur ongar ætlanir um at fara í kríggj við grannalandið Sýrialand. Tað sigur turkiski forsætisráðharrin, Recep Tayyip Erdogan.
Í gjár samtykti turkiska tjóðartingið við 320 atkvøðum fyri 129 ímóti at geva stjórnarherinum heimild til at senda hermenn inn í Sýrialand, um tað verður mett neyðugt. Men Erdogan sigur, at samtyktin skal ikki tulkast, sum at Turkaland ætlar sær í kríggj við grannan.
Í gjár vóru fleiri túsund fólk í miðbýnum í Istanbul, har tey ávaraðu stjórnina ímóti at fara í kríggj. Tey søgdu, at USA roynir at fáa Turkaland at fara í kríggj við Sýrialand, tí tað hevði tænt amerikonskum og ísraelskum áhugamálum.
Ein meiningakanning hjá blaðnum Hurriyet vísir, at 60 prosent av tí turkiska fólkinum eru ímóti avgerðini hjá tinginum at geva herinum heimild til at fara inn í Sýrialand.
Sýrialand bað í gjár turkisku stjórnina um umbering fyri hendingina, tá sýriskar granatir raktu eina turkiska bygd, og fimm fólk doyðu.