Turkaland og Russland taka sambandið upp aftur

Turkaland og Russland hava tikið upp aftur samstarv eftir fleiri mánaðir

Recep Tayyip Erdogan hevur verið á almennari vitjan í Russlandi. Í sær sjálvum er tað einki løgið, at ein statsleiðari alment vitjar eitt annað land, men í hesum førinum hevur tað aðrar dimensiónir við sær enn ein vanlig vitjan.

 

Turkaland og Russland hava ikki verið vinartjóðir síðan november seinasta ár, tá Turkaland skeyt eitt russiskt hernaðarflogfar niður í einum fjallalendi í Sýria.

 

Turkaland og Russland høvdu í nógv ár eitt gott handilssamstarv, har turkar keyptu m.a. olju frá Russlandi og afturfyri Russland slapp at brúka rutur í Turkalandi sum handilsrutur, til marknaðir eystanfyri. Turkaland útflutti eisini matvørur í stórum nøgdum til Russlands.

 

Turkaland fanst harliga at Russlandi, tá russar tóku Krim-hálvoynna. Ein stórur partur av muslimunum, ið búgva á Krim, hava samband við Turkaland.
Tá russiska flogfarið síðani bleiv skotið niður segði Vladimir Putin, forseti Russlands, at hann ikki vildi taka upp aftur samband við Erdogan, fyrrenn hann segði alment biði um umbering fyri mistakið við flogfarinum. Nakað, ið Erdogan sýtti fyri at gera frá byrjan, men sum hann seinni gjørdi.

 

At Erdogan so júst nú velur at fara á almenna vitjan kann tykjast sum ein endurstovnan av tí handilssliga samstarvinum teirra millum, men fleiri tykast bera ótta fyri, at meir enn bert tað býr aftanfyri.

 

Turkaland avgjørdi í mai mánað í ár, at broyta kós uttanríkispolitskt, tí teir bóru ótta fyri, at hava fingið ov nógvar fíggindar sum úrslit av krígnum í Sýria, har Russland og Turkaland ikki draga somu línu, og so hvørt sum politiska kósin hjá Erdogan gerst alt meir ódemokratisk og ófrættakend.

 

Turkaland hevur havt trupulleikar í seinastuni við hini limalondini í NATO, við ES og USA, ið øll finnast harliga at mátanum, ið Erdogan hevur handfarið støðuna, ið er íkomin eftir miseydnaða stjórnarkvettið. Erdogan vil tó ikki broyta nakað og er nú farin so langt, at hann vil innføra deyðarevsing aftur í Turkalandi. Hildið verður at hann vil brúka tað fyri at sleppa av við politisk mótstøðufólk.

 

At Erdogan so velur Russland sum tað fyrsta landið, ið hann vil endurstovna samband við, hevur elvt til stúran í vesturevropa og í USA. Turkaland hevur leingi verið ein samstarvsfelagið í NATO og hevur eina avtalu við ES í samband við flóttafólkakreppuna í Evropa, har Turkaland skal taka flóttar afturfyri lagaligari treytir í sínum samstarvið við ES. Ein avtala, ið órógvaði mond lond, ið eru ímóti ein turkiskum ES limaskapi.