Turkaland: Luksemborg er sterkast av hinum liðunum í bólkinum

Landsliðsvenjarin hjá Turkalandi heldur, at Luksemborg er greitt betri enn Føroyar og Litava

Steffan Kuntz er landsliðsvenjari hjá Turkalandi

Steffan Kuntz er landsliðsvenjari hjá Turkalandi

Fá fótbóltslandslið í Evropa hava gjørt so stór framstig sum Luksemborg.

 

Í 2006 var Luksemborg nummar 195 á styrkislistanum hjá FIFA. Í dag er Luksemborg 101 pláss longri frammi. Teir eru í dag nummar 94 á styrkislistanum.

 

Turkaland var omaná móti Luksemborg farna leygarkvøld, og vann eisini 2-0. Men luksemborgarar vardu betur enn Føroyar og Litava, ið taptu stórt 0-4 og 0-6 fyri Turkalandi. Luksemborg hevði eisini átta royndir á málið hjá turkum, tó var bert tann eina innanfyri málrammurnar. Føroyar og Litava høvdu tað sera torført við at koma til málmøguleikar móti Turkalandi.

 

Týski landsliðsvenjarin, Steffan Kuntz heldur avgjørt, at Luksemborg er tað sterkasta mótstøðuliðið hjá teimum í bólki 1 í Nations League Deild C. Hetta gjørdi Steffan Kuntz greitt undan dystinum móti Luksemborg.

 

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar móti Luksemborg á Stadé de Luxembourg í Luksemborg býi.

 

FM sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar tá tíðindasendingin, ið byrjar klokkan 18.30 er liðug. 

 

 

 

Steffan Kuntz er landsliðsvenjari hjá Turkalandi

Steffan Kuntz er landsliðsvenjari hjá Turkalandi