Hóast ES-leiðararnir hava gjørt av at taka upp samráðingar við Turkaland um limaskap í samveldinum, vilja teir flestu ES-borgararnir ikki hava landið uppí.
Ein nýggj kanning hjá ES-nevndini avdúkar, at 52 prosent av teimum spurdu ES-borgarunum eru ímóti turkiskum limaskapi. Bara 35 prosent siga seg taka undir við, at Turkaland sleppur upp í samveldið. Serliga eysturríkarar, týskarar og fransmenn siga nei. Í Eysturríki siga heili 80 prosent, at tey vilja ikki hava Turkaland uppí, í Týsklandi siga 74 prosent tað sama, og 70 prosent av teimum spurdu í Fraklandi eru ímóti.
Størstu undirtøkuna fáa turkar í Bretlandi. og bretska stjórnin hevur eisini lagt stóran dent á at fáa Turkaland upp í ES. Jack Straw, uttanríkisráðharri, segði við Reuters í gjár, at Turkaland er ein partur av framtíðar Evropa.