Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at Turkaland er til reiðar at vera vetur í samráðingum millum Ukraina og Russland.
Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.
- Vit virðismeta initiativið hjá Turkalandi og vóna, at tað kann geva úrslit, skrivar ukrainski forsetin á Telegram.
Væntandi er, at USA, sum helst eisini verður við í samráðingunum, fer at útseta samráðingarnar til næstu viku, veit Reuters at siga.
Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, skal hava sagt, at Turkaland stuðlar vápnahvíld - ikki minst fyri at verja havnir og orkukervið í Ukraina.
Tað er Reuters, sum endurgevur turkisku forsetaskrivstovuna fyri hesar útsagnir.











