Turkaland

Ungar kvinnur neyðtiknar og kynsliga misnýttar í varðhaldi

Tveir ymsar dagar tíðliga í mars 1999 vórðu tvær ungar kurdiskar - 16 ára gamla lesandi studenturin N.C.S og 19 ára gamli studenturin Fatma Deniz Polattaç - handtiknar av løgreglumyndugleik-unum og settar í varðhald í deildini móti yvirgangi á løgreglumiðstøðini í Iskenderun í Turkalandi í ávíkavist fimm og sjey dagar. Ungu kvinnurnar søgdu, at tær vórðu píndar og noyddar at geva ósannan vitnisburð, meðan tær vóru í varðhaldi hjá løgregluni.

Sambært frásøgnunum hjá kvinnunum vóru tær bæði neyðtiknar og útsettar fyri kynsligum yvirgangi. Tær høvdu allatíðina í varðhaldinum bind fyri eyguni. Teir fyrstu tveir dagarnar varð N.C.S. noydd at standa uppi alla tíðina, forða at sova ella nýta vatnhúsið og nokta mat og drekka við undantaki av súrari mjólk. Hon varð noydd at lata seg úr klæðunum og standa nakin í einum køldum rúmi. Meðan avhoyringarnar fóru fram, varð hon sligin um allan kroppin - við sløgum beinleiðis í høvdið, kynslutirnar, afturpartin og bróstini - og noydd at sita á einum vátum gólvi í langa tíð, áðrenn hon varð rullað nakin í vatni. Hon var eisini hongd upp eftir ørmunum og undirdíkt við køldum vatni undir pressi. Hon varð hótt við at verða dripin, og at mamma hennara fór at verða neyðtikin.

Fatma Deniz Polattaç varð sambært frásøgnum úti fyri somu píningum sum N.C.S. Hon varð eisini hótt við, at bæði pápi og mamma hennara fóru at verða neyðtikin, meðan hon hugdi at, og at pápi hennara fór at missa starv sítt. Tað einu ferðina varð hon sligin so í andlitið, at ein av tonnum hennara brotnaði. Seinni varð hon eisini neyðtikin:


?Ein løgreglumaður bað meg lata meg úr trussum og sokkum. Eg var ræðslusligin og gjørdi, sum hann segði. Eg varð standandi. Ein løgreglumaður í búna bað meg boyggja meg framyvir. Síðani trýsti hann okkurt inn í meg aftanífrá. Tað var okkurt langt og sagtakkut. Tá fór eg at bløða. Eg var boygd heilt framyvir, men teir slóu meg við stavum teirra, meðan teir góvu mær boð um at rætta meg upp.?


Aftaná hesa hending helt ein av løgreglumonnunum, sum var við til píningina, á við at siga henni, ?sjálvt um tú fer til lækna, kanst tú einki prógva.? Í roynd og veru vórðu kvinnurnar kannaðar bæði við byrjan og endan av varðhaldinum av fimm ymiskum myndugleikasettum læknum, íroknað kvinnulæknum 6., 9. og 12. mars. Ongin av hesum læknum sá nakað tekin um harðskap, sjálvt um, - virkandi eftir samtykki frá foreldrunum hjá báðum kvinnunum - læknin framdi ?moyar-royndir?. Men ein moyarroynd (kannan av moyarhindini) kann ikki prógva um ein neyðtøka er framd ella ikki, tá neyðtøkur kunnu fremjast uttan at moyarhindin nýtist at skrædna. Harafturat hevði óheftað turkiska læknafelagið (TMA) í 1992 staðfest, at moyarroynd var eitt slag av kynsligur yvirgangi og niðurgerð av kvinnukynsliga samleikanum. Royndin kundi hava skelkandi árin. Í januar 1999 sendi løgmálaráðið út eina kunngerð til landsins ákærar, har moyarroyndir verða bannaðar, tá eingin illgruni er um kynsligan yvirgang. Amnesty International hevur ta áskoðan, at er ein vitleysur háttur av kynsligum ágangi við valdi at fremja hesar royndir á kvinnuligum fangum. Hetta kann bert samanberast við píning og harða, ómenniskliga og eyðmýkjandi viðgerð.

12. mars vórðu báðar kvinnurnar aftur sendar í fongsul av trygdarrættinum í Adana, skuldsettar fyri at vera limir í vápnaða mótstøðubólkinum Kurdistan Workers? Party (PKK) og fyri at hava verið uppi í einum molotovcocktail álopi undir eini mótmælisgongu. 2. november 1999 varð Fatma Deniz Polatta dømd 18 ára fongsulsrevsing. N.C.S. varð dømd í 12 ára fongsul, ein minni revsing orsakað av aldrinum. Báðar kvinnurnar halda uppá, at ákærurnar eru bygdar á frásagnir givnar undir píning. Hóast hetta verða tær sitandi í fongsli og bíða eftir eini avgerð frá kæridómstólinum.

Í juli 1999 fingu fýra læknar fra TMA loyvi at vitja ungu kvinnurnar í fongslinum. Teir fingu loyvi at tosa við tær, men ikki til at kanna tær likamliga. Sambært læknafrágreiðingini styðjaðu sjúkraeyðkennini frásagnirnar hjá báðum kvinnunum um píning.

TMA slóg fast at allar almennu læknafrágreiðingarnar, sum myndugleikasettu læknarnir høvdu gjørt, ikki kundi nýtast av turkiska heilsumálaráðnum ella TMA sum løgfrøðisligar frásagnir. TMA undirstrikaði týdningin av røttum læknaligum kanningum, íroknað sálarligum kanningum, sum skjalprógv fyri pástandum um píning. Felagsskapurin eftirlýsti slíkum kanningum at verða framdar við frásøgnunum hjá báðum kvinnunum um píning í huga. Løgfrøðingarnir hjá báðum kvinnunum bóðu eisini um, at tær vóru sendar til serligar sálarfrøðisligar deildir fyri at verða kannaðar fyri áhaldandi skelk og fyri at tryggja, at tær fingu røttu læknaligu viðgerðina, men enn hava ungu kvinnurnar ikki fingið atgongd til lívsneyðugu medisinsku og sálarligu røktina. Myndugleikasettu læknarnir eru eisini ákærdir fyri at hava skrivað læknafrágreiðingar, ið dylja píning.

Aftaná eitt neyðarróp og eina formliga klagu frá løgfrøðingunum hjá kvinnunum 9. novemer, byrjaði almenni ákærin eina kanning av pínuákærunum móti løgreglumonnunum. Hóast fýra læknar frá Adana Forensic Institute kannaðu báðar kvinnurnar 27. november og váttaðu, at tær høvdu verið píndar, sá høvuðsákærin í Iskenderun burtur frá teimum. Hann avgjørdi ikki at revsa løgreglu-mennirnar.

Tey seinastu árini hevur Amnesty International staðfest fleiri hendingar við neyðtøku og kynsligum yvirgangi framdar av limum á trygdardeildini í Turkalandi. Royndir hjá N.C.S. og Fatmu Deniz Polattaç vísa framhaldandi píning av børnum og kvinnum á turkiskum løgreglustøðum og fongslum. Í avbyrgdum varðhaldi hjá løgregluni verða bæði menn og kvinnur vanliga úrlatin. Píningarhættir, sum Amnesty International fær at vita um, eru elektriskir stoytir og buking beinleiðis á kynslutirnar og á kvinnubróst, kynslig eyðmýking, íroknað neyðtøku og neyðtøku-hóttanir. Síðani miðskeiðis í 1997 hava hjálparbólkar í Istanbul roynt at fingi gerningsmenninar fyri rættin fyri at hjálpa kvinnum, sum hava verið neyðtiknar ella hava verið fyri øðrum kynsligum ágangi av løgreglumonnum og øðrum. Um 100 kvinnur, meira enn 80 av teimum kurdar, hava styðjað ætlanini. Umleið 40 teirra siga frá neyðtøku og 65 frá øðrum kynsligum ágangi. Mistonktu gerningsmenninir eru fyri tað mesta løgreglumenn, men eisini hermenn og býarvaktir eru undir illgruna. Teir fara tó neyvan at ábyrgdast fyri teirra misgerðir.

Hvat kanst tú gera?

Skrivað til turkisku myndugleikarnar, og minn teir á málini við Fatma Deniz Polattaç og N.C.S., vís á, at tú ber otta fyri, at tær verða píndar og misnyttar, vís á, at turkisku myndugleikarnir alt fyri eitt eiga at taka stig til, at verja kvinnur og gentur í varðhaldi, so tær ikki vera fyri liknandi ágangi, og minn turkisku myndugleikarnar á, at teir í 1988 staðfestu the Convention Against Torture hja ST. Skrivast kann til hesar adressur (Tað ber væl til at skriva longri enn víst í døminum):


Løgmálaráðharran:


Professor Hikmet Sami Türk

Minister of Justice

Adalet Bakani

Adalet Bakanligi

06659 Ankara, Turkey


Kvinnu- og barnamálaráðharran:


Mr. Hasan Gemici

State Minister responsible for women and children

Office of the Prime Minister

Basbakanlik

06573 Ankara,Turkey


Brævadømi:


I am very concerned to hear reports of minors being held in prison and tortured in Turkey. I am refering to the two young girls N.C.S. Fatma Deniz Pollattaç who were arrested by police authorities and detained at the Anti-Terror Branch of police headquarters in Iskenderun for seven and five days respectively in early March 1999.


I must express my concerns that the torture and sexual abuse they suffered whilst under police custody are gross violations of their human rights, and also express the urgent need for the Turkish authorities to take measures to prevent girls and women in custody from being subjected to torture and ill-treatment and remind the Turkish authorities of their obligations under the UN Convention Against Torture, which Turkey ratified in 1988.


Yours sincerely