Turið Nolsøe vart ph.d. á Københavns Universitet

Fríggjadagin 15. desember vardi Turið Nolsøe ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet

Tað skrivar Granskingarráðið.

 

Ritgerðin er um danskan journalistik um føroysku abortlóggávuna og um hvussu Føroyar og leiklutur Føroya í ríkisfelagsskapinum verða lýst í hesum sambandi.

 

Ritgerðin kallast: Autonomy’s double bind. The rhetorical intersection of geopolitics and biopolitics in Danish media coverage of Faroese abortion rights. Les ritgerðina her.

 

Verjan gekk sera væl og skoðsmálið frá metingarnevndini var gott. Tey søgdu millum annað: "We find the dissertation an important contribution to the study of abortion, journalism, and coloniality. The dissertation is well researched, well written, thorough, and is a worthy study"

 

Turið Nolsøe er kandidatur í retorikki og hevur verið innskrivað á Institut for Kommunikation á Københavns Universitet.

 

Christine Isager, lektari, hevur verið høvuðsvegleiðari.

 

Í metingarnevndini vóru:

Kristine Marie Berg, lektari og forkvinna í nevndini, Københavns Universitet.

Nathan Stormer professari á University of Maine

Rasmus Rønlev, lektari á  Syddansk Universitet.

 

Jack Andersen frá Københavns Universitet stílaði fyri verjuni.