Turið Arge Samuelsen er vald á ársins lið fyri fyrru hálvu í íslendsku landskappingini. Hon er einasti spælarin hjá Haukum, ið er komin á liðið, sum íslendska hondbóltssambandið og høvðusstuðulin, Olís, hava valt. Hon er vald til ársins vinstra vong í fyrru hálvu.
Les eisini: Turið gevst í Íslandi
Rokaligt hevur verið um Turið Arge Samuelsen seinastu dagarnar, eftir at hon er givin í íslendska felagnum Haukum. Ein misskiljing í umsetingini frá føroyskum til íslendskt hjá mbl.is gjørdi, at leiðslan í Haukum helt, at hon ákærdi felagið fyri ikki at halda sínar skyldur.
Hetta samsvarar ikki við greinina á in.fo, har hon greiddi frá, at hon er givin. Har stóð bara, at “Ógreiða um sáttmálaviðurskiftini við felagið, sum dró út í fleiri vikur, hevði við sær, at hon gjørdi av at gevast.” Morgunblaðið týddi hetta til, at Haukar skyldaði henni løn, men rættaði seinni sína misskiljing.
Málið snýr seg um, at føroyski vongurin ikki metti seg hava stundir ella orku at venja U18-liðið og tí ynskti at sleppa undan tí partinum, men samstundis tillaga sáttmálan til minkandi uppgávurnar. Her komu partarnir ikki á mál við samráðingunum.










