Túratalið skal ikki skerjast

Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við, at túratalið hjá Smyrli verður skorið.

Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við, at túratalið hjá Smyrli verður skorið.

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum hevur sent út eina fráboðan.

 

– Suðuroyggin er tann oyggin, ið liggur longst frá meginøkinum. Túrarnir hjá Smyrli eru fáir, sum er. Tað er ikki so langt síðani, at suðuroyingar mistu ein mikudagstúr.

 

– Smyril er sjálv lívsæðrin hjá vinnulívinum og borgarunum í Suðuroy. Vit eiga at stremba eftir, at tey, ið búgva og virka í útjaðaranum, hava javnbjóðis møguleikar í gerandisdegnum sum restin av landinum. At lækka túratalið hjá Smyrli er at fara øvuta vegin, sigur hann í fráboðanini.

 

Sambært Javnaðarflokkinum, so er í krónum ikki talan um nakra stóra sparing hjá landskassanum, meðan sparingin lækkar munandi um tænastustøðið til vinnulívið og borgaran í Suðuroynni.

 

– Javnaðarflokkurin heitir tí á samgonguna at umhugsa hesa sparing enn einaferð, sigur Aksel V. Johannesen í áheitanini.