Páll á Reynatúgvu spurdi undan páskum Johan Dahl, landsstýrismann í samferðslumálum, um hvussu fór at vera við summarsigling Teistans.
Johan Dahl hevur nú svarað løgtingsliminum úr Sandoynni, men spurningurin er, um svarið veitt løgtingsliminum nakran ugga.
Johan Dahl vísti á, at tað fór at vera sera torført at lata Teistan sigla fleiri túrar enn í løtuni, við tað, at hann siglir við nærum fullum orkuføri, sum nú er. Teistin siglir 122 túrar um vikuna, og tað er snøgt sagt ikki rúm fyri fleiri túrum, um krøv til hvílitið, viðlíkahaldsarbeiði og trygdarkrøv skulu haldast, sigur landsstýrismaðurin.
Landsstýrismaðurin vísir tó á, at á mangum av túrunum hjá Teistanum siglir hann nærum tómur, ofta við einans einum, tveimum ella trimum ferðafólkum.
- Um mett verður, at tørvur er á at flyta túrar, soleiðis at Teistin siglir fleiri túrar um vikuskiftið og færri gerandisdagar, so haldi eg, at ein slík tillaging ljóðar skilagóð, sigur landsstýrismaðurin í sínum svari.
Johan Dahl vísir á, at um hugt verður at, hvussu nógv ferðafólk nýta Teistan í mun til pláss umborð á Teistanum, so verða umleið 90 prosent av orkuførinum hjá Teistanum ikki nýtt, við tað, at tað eru 180.000 ferðafólk árliga til gott 2 milliónir pláss.
Páll á Reynatúgvu ynskti serliga, at fleiri túrar vórðu gjørdir í vikuskiftinum, men landsstýrismaðurin vísti á, at um vikuskiftið eru samlaðu ferðafólkaplássini á túrunum hjá Teistanum 3640 í tali, sum er nærum tríggjar ferðir samlaða íbúgvatalið á Sandoynni.
- Tá hesi tøl verða havd í huga, haldi eg ikki tað ber til at siga, at siglingin á nakran hátt er órímilig. Sum nevnt omanfyri, so er tað heldur ein spurningur um smidleika í siglingini og tað er møguligt, at teir 122 túrarnir um vikuna kunnu leggjast øðrvísi til rættis, so teir passa betur til tørvin, sigur Johan Dahl.











