Túratalið fyribils óbroytt

Strandferðslan hevur avgjørt ikki at lækka túratalið um Skopunarfjørð, fyrr enn málið hevur verið viðgjørt av nýggjum.

Fundur er júst lokin millum Strandferðsluna og umboð fyri Sandoynna um ætlanirnar hjá Strandferðsluni at skerja túratalið um Skopunarfjørð.

 

Páll á Reynatúgvu fegnast um fundin og sigur, at úrslitið er, at ætlaða skerjingin ikki verður sett í gildi 1. desembur. 

- Strandferðslan hevur lovað okkum, at hon skal hyggja at viðurskiftunum av nýggjum, og meðan tað verður gjørt, heldur siglingin fram sum nú, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Páll á Reynatúgvu sigur, at Strandferðslan hevur lovað at leita eftir eini loysn, ið ikki gongur út yvir túratalið. Hetta kann tørva eina hægri fígging á fíggjarlógini, men Páll á Reynatúgvu sigur, at so mugu sandoyartingmenninir virka fyri at so verður.

- Vit kunnu ikki liva við, at onnur hava góðar vegir at koyra eftir, meðan okkara samband gerst verri og verri. Teistin og Smyril eru okkara vegasamband, og oyggjarnar, sum enn eru tengdar at sjóvegis sambandi, mugu standa saman, sigur hann.

 

- Eg vildi ynskt, at vit heldur tosaðu um, hvussu vit kunnu betra um ferðaætlanina fyri oyggjarnar, heldur enn tað sama tosið um at skerja túratalið alla tíðina. Tað vildi verið nógv betri fyri vinnulívið, frítíðarlívið og tænastulívið á oyggjunum, sigur Páll á Reynatúgvu.