Hondbóltur
Í mun til so nógv onnur vikuskifti, so verður nakað tunnligt við hondbóltinum hesaferð. Bert tríggir dystir standa á skránni hesaferð, og eru tveir teirra í kvinnudeildini, meðan tann seinasti verður hjá monnunum.
Hjá kvinnunum hava bæði VB og Stjørnan heimavøll, og í so máta er skjótt at staðfesta, at tey eru at rokna sum favorittar í sínum dystum. Einamest Stjørnan, sum sunnudagin tekur ímóti Søljuni. Alt annað enn ein tryggur sigur til heimaliðið má her metast sum ein risa-sensatión. Ikki minst eftir at Stjørnan seinasta vikuskifti staðfesti sína tilveru í oddinum, tá tær vunnu trygt á annars ósigraða VB.
VB má eisini roknast sum favorittur, tá tær á heimavølli taka ímóti StÍF. Her verður mótstøðan tó helst nakað harðari, enn hon verður hjá Stjørnuni, tí hóast alt, so er talan um bronsuvinnararnar frá seinasta kappingarári, sum vitja. Eitt heiti, sum StÍF heldur ikki tykist vilja sleppa soleiðis uttan víðari, og megna tær at fáa stig leygardagin, so hanga tær framvegis væl við í oddinum. Og so skal heldur ikki gloymast, at VB framvegis er nakað skert. Roknast kann við, at Gurið Mortensen fer at royna at spæla leygardagin, men hinvegin er meira ivasamt, hvørt Daiva Toumaite enn er før fyri at lofta og kasta einum hondbólti.
Treiskir hoyvíkingar
Hjá monnunum verður bert ein dystur hetta vikuskiftið. Hesin verður í Hoyvíkarhøllini, har stigaleysa H71 tekur ímóti StÍF. Uttan iva ein dystur, sum strandingar skulu vinna, um teir skulu halda fast í oddinum, men hinvegin hevur árið víst, at eingin kann kenna seg tryggan í deildini. Og hóast teir enn eru stigaleysir, so hava hoyvíkingarnir fleiri ferðir sýnt, at teir kunnu vera treiskir. Eisini hóast mótstøðan á pappírinum tykist í sterkara lagi.