Í Skálavík, eins og um restina av oynni, er tað tunnilin út í oynna, sum upptekur fólk ? og sum ger av, hvar tey seta krossin hesaferð Um meginpartin av Sandoynni var valluttøkan við seinasta løgtingsval munandi omanfyri meðaltalið upp á 92,1%. Í Skálavík var tað uppi á 94,4. Og tað er alt, sum bendir á, at tað verður minst so høgt hesaferð eisini.
Tað er eitt, sum upptekur fólk ógvuliga nógv, og tað er Sandoyartunnilin. Fólk velja út frá hesum, og tí má roknast við, at bæði Páll á Reynatúgvu og Gerhard Lognberg hava góðan møguleika at koma inn á ting aftur.
Klokkan áleið 14.45 høvdu 58 fólk valt í Skálavík, og svarar tað til góð 41%. 21 av teimum 140, sum hava valrætt í Skálavík, hava greitt sínar atkvøður við brævi.










