Tunnilstoymi setti føroyskt met

Eitt av tunnilstoymunum sum borar nýggja Eysturoyartunnilin setti nýtt føroyskt met í farnu viku, tá toymið sprongdi 120 metrar á Hvítanesi. Tað skrivar tunnilsfelagið á Facebook.


- Boringin á Hvítanesi hjá NCC og útkoyringin hjá IR Lastbilum hevur gingið sera væl. Teir hava sprongt 120 metrar, sum er met í Føroyum, tá umræður at bora tunlar. Til samans eru nú sprongdir 2.387 metrar á Hvítanesi, skrivar p/f Eystur- og Sandoyartunnil á Facebook.


Tilsamans sprongdu toymini, ið borað í tríggjar ymiskar ættir, 180 metrar í farnu viku. Tað er tað mesta, ið toymini hava sprongt upp á eina viku.


- Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu sprongdir 33 metrar. Har eru til samans sprongdir 506 metrar. Móti Rókini vórðu sprongdir 27 metrar. Har eru til samans sprongdir 343 metrar, skrivar felagið.


Til samans hava toymini nú sprongt 4.861 metrar av teimum til samans 11.250 metrunum, ið tunnilin er mettur at verða.