Tunnilstoymið fekk játtanina hjá innkomuvegnum

Pengarnir til innkomuvegin í Havn skulu heldur brúkast til tunnil til Fámjins og Dals

Stríðið um innkomuvegin til Havnar heldur fram. Ferðslutrýstið í Havnini er sera høgt, og útrokningar hjá Landsverk siga, at trýstið fer at økjast munandi, tá Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu. Hóast ein avtala var millum avvarðandi partarnar, um at innkomuvegurin skuldi vera klárur, tá tunnilin verður tikin í nýtslu, so hevur Henrik Old, landsstýrismaður, einans sett 2,5 milliónir krónur av til at gera innkomuvegin í 2018 og eingin játtan til innkomuvegin er í fyribils kørmunum fyri 2019 og 2020.

 

Henrik Old sigur, at tað var prátið hjá Anniku Olsen og Tórshavnar kommunu um ein tunnil heldur enn innkomuveg, sum gruggaði málið. Hann sigur tí, at tá samráðingar um karmarnar vóru í vár, var eingin galdandi avtala við Tórshavnar kommunu um innkomuvegin.

- Í og við at eingin avtala var galdandi, tá karmarnir vóru lagdir fram í vár, blivu tær sjey milliónir brúktar til nakað annað, segði hann í Degi og Viku í gjár.

 

Les eisini Kunnu fáa bíligan tunnil til Fámjins

 

Samferðslumálaráðið, Landsverk, Eysturoy- og Sandoyartunlar og Tórshavnar kommuna undirskrivaðu eina avtalu í fjør heyst um nýggja innkomuvegin, men tá nýggja býráðssamgongan tók við, byrjaði Annika Olsen at tosa um heldur at gera ein tunnil undir Havnina.

- Tað var ein diskussión millum kommununa og landið, um tað skuldi vera ein tunnil ella ikki, og av tí sama so blivu eingir pengar settir av tá, og tær sjey milliónirnar blivu settar av til eitt tunnilshold at bora runt um í landinum. Tað búgva altso fólk uttan fyri hetta økið eisini, greiddi Henrik Old frá.

 

Tunnilstoymið skal í fyrstu atløgu bora tunlar til Fámjins, Dals, Gjáar og Tjørnuvíkar.

 

Les eisini Nú verður farið undir at gera tunlar til smábygdir

 

Trýstur av Sigrun Brend, sigur Henrik Old, at hann hevur mistanka til, at innkomuvegurin verður liðugur í 2020.

- Eg eri nokk so sikkur uppá, at vit fáa bøtt nakað um tað, og um fíggjarnevndin ger tað, so er eingin alarmur frá mínari síðu, segði hann.