- Jú, vit høvdu nógvar viðmerkingar til lógaruppskotið. Men eg kann ikki koma tí nærri.
Tað sigur ein annars fáorðað Nella Festirstein, deildarstjóri í løgdeildini í Innlendismálaráðnum.
Lógaruppskotið, ið hon sipar til, er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.
Lógaruppskotið er dagfest 25. juli, varð borið í løgtingið beint áðrenn ólavsøku og fekk 1. viðgerð týsdagin. Tað sermerkta við hesum uppskotinum er, at tað er skrivað beinleiðis upp ímóti einum sáttmála við ein triðjapart, Copenhagen Infrastructure Partners.
Sjálvur sáttmálin er framvegis loyniligur, og er tað eftir ynski frá danska íløgufelagnum. Hóast tað er Innlendismálaráðið, sum er hin parturin av sáttmálanum, so er sáttmálin eisini loyniligur fyri teimum flestu í aðalráðnum.
Tað eru landsstýrismaðurin Kári P. Højgaard, aðalstjórin Rúni Joensen og fulltrúin Kaj Johannesen sum einsamællir hava umboðað Innlendismálaráðið í hesum máli. At hjálpa sær hava teir uttanhýsis serfrøði úr Danmark. Hinvegin er serfrøðin inni í Innlendismálaráðnum ikki brúkt.
- Nei, vit hava bara sæð lidna lógaruppskotið. Og so hava vit sum ”fakráð” gjørt okkara viðmerkingar til tað, váttar Nella Festirstein.
Hóast hon er deildarstjóri á løgdeildini í føroyska løgmálaráðnum, so hevur Nella Festirstein ikki sæð sáttmálan millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners.
- Nei, eg havi ikki sæð sáttmálan. Hetta er ikki nakað, ið vit sum so hava arbeitt við inni í ráðnum, sigur Nella Festirstein.
Deildarstjórin á løgdeildini dugir heldur ikki at siga, um viðmerkingarnar frá ráðnum eru tiknar við í lógaruppskotið.
- Vit gjørdu okkara viðmerkingar, og meira veit eg ikki. Eg veit ikki, hvat tær eru brúktar til, sigur Nella Festirstein.
Atfinningar
Nógv hava funnist at lógaruppskotinum frá Innlendsmálaráðnum, síðani tað varð alment. Atfinningarnar hava bæði verið politiskar, løgfrøðisligar og eisini av meira tekniskum slag.
Hóast tunnlar fylla nógv í Innlendismálaráðnum í hesum døgum, so er aðalráðið at rokna sum eitt løgmálaráð, skipað við eini løgdeild, eini kommunudeild og eini umhvørvisdeild. Harafturat umsitur ráðið samferðslumál.
Eftir at lógaruppskotið um Eysturoyartunnilin varð orðað, gjørdu tær tríggjar deildirnar í Innlendismálaráðnum sínar viðmerkingar til tað. Tað varð gjørt í leiklutinum sum ”fakráð”, ið skal tryggja at lóggávuarbeiðið er í lagi.
Viðmerkingarnar vórðu gjørdar í einum felags skrivi frá teimum trimum deildunum. Sosialurin hevur biðið um innlit í hesar viðmerkingar, men svarið er noktandi. Skjalið er stemplað sum ”innanhýsis” og verður innlit tí ikki latið í tað. Heldur ikki, tá blaðið biður um meirinnlit, vísandi til almenna áhugan fyri málinum. Tá er svarið, at talan er um viðmerkingar, sum bert hava verið ætlaðar til innanhýsis nýtslu.
Nella Festirstein, deildarstjóri á løgdeildini í Innlendismálaráðnum, vil ikki upplýsa innihaldið í felags skrivinum frá deildunum. Tað ger hon, vísandi til at skjalið er stemplað innanhýsis.
- Tí fái eg ikki komið tí nærri, sigur Nella Festirstein.
Spurd, hví so lítið er at frætta um málið, svarar deildarstjórin turt:
- Hetta er væl eitt politiskt, eldfimt mál.
Yvir løgtinginum
Tað er ikki bara innanhýsis í Innlendismálaráðnum, at viðmerkingar eru gjørdar til lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni.
Ein uppgáva hjá løgtingsskrivstovuni er at eftirkanna øll lógaruppskot, ið verða borin í løgtingið. 27. juli sendi løgtingsskrivstovan Innlendismálaráðnum fleiri viðmerkingar til tunnilsuppskotið. Men til fánýtis. Í telduposti til Rættarnevndina hjá løgtinginum skrivar Anna Rein, løgfrøðingur á løgtingsskrivstovuni soleiðis:
- Innlendisma?lara?ðið svarar aftur i? telduposti 31. juli, at tey takka fyri viðmerkingarnar, men at lo?garuppskotið er sera nær tengt at ti? samra?ðingaru?rsliti, sum partarnir na?ddu fram til si?ðst i? juni ma?nað, og av teirri orsøk er tað avmarkað, hvørjar broytingar Innlendisma?lara?ðið kann gera i? lo?garuppskotinum.
Anna Rein staðfestir í sama viðfangi, at Innlendismálaráðið hevur ikki tikið viðmerkingarnar hjá løgtingsskrivstovuni til eftirtektar.
Dupultleiklutur
Tað eru sum nevnt bara tveir persónar í Innlendismálaráðnum, sum hava viðgjørt lógaruppskotið um at lata privat felag einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnilin. Teir eru Rúni Joensen, aðalstjóri, og Kaj Johannesen, fulltrúi. Tá Sosialurin biður um alment innlit í málið eru tað júst teir báðir, sum viðgera innlitsumbønina.
Tað eru also somu persónar, ið viðgera sjálvt lógaruppskotið, sum eisini skulu viðgera umbøn um innlit í tær viðmerkingar, sum fakkunnleikin í aðalráðnum hevur gjørt til sama lógaruppskot. Svarið til innlitsumbønina var sum nevnt noktandi.
..
FAKTA
Viðmerkingar frá løgtingsskrivstovuni (at seta upp í punktform, bullets)
Uppgávan hjá løgtingsskrivstovuni er at eftirkanna øll lógaruppskot, sum verða borin í løgtingið. 27. juli sendi løgtingsskrivstovan sínar viðmerkingar til Innlendismálaráðið í samband við lógaruppskotið um Eysturoyartunnilin. Talan er um eina røð av viðmerkingum og spurningum, og er hetta ein samandráttur av teimum:
- Landsstýrismanninum verður nú heimilað einum felag einkarætt at byggja, reka, fíggja og eiga ein undirsjóvartunnil. Er tað tilvitað, at orðið ”eiga” nú er sett inn í lógartekstin, spyr løgtingsskrivstovan, sum antin mælir Innlendismálaráðnum til at strika orðið ella í øðrum lagi broyta heitið á sjálvari lógini.
- Tað verður nú nágreinað, at einkarrætturin eisini fevnir um tilhoyrandi íbindingarvegir. Eru hugsandi støður, ið kunnu íkoma av hesum, har land og/ella kommunur kunnu blíva ósamd um rættindi og skyldur av hesum vegum, her uppi í fíggjarligar ósemjur, spyr løgtingsskrivstovan.
- Upphæddin á 15 milliónir fellur til gjaldingar, tá ið tunnilin verður tikin í nýtslu sambært sáttmálanum um einkarætt. Hvussu tryggjar landið sær at fáa tær 15 milliónirnar inn, um okkurt óvæntað hendir, og tunnilin ikki verður tikin í nýtslu, spyr løgtingsskrivstovan.
- “Góðkenning av tunnilsverkætlanin, verður gjørd við støði í teimum reglum og normum, sum vóru galdandi tann 25. juni 2013.” Hetta er ein heldur leys orðing, og til tíðir kanska eisini ódefinerbar orðing. Eftir hvørjum reglum og normum? Hvør ásetir hesar reglur og normar? Og er ætlanin at fylgja reglum og normum sambært norsku tunnilsverkætlanum til dømis? Er nøkur vegleiðing, ið umrøður reglur og normar, ið víst kann vera til? Mælt verður til at greina hetta nærri, skrivar løgtingsskrivstovan.
- Nevnt verður, at landsstýrismaðurin skal halda loyvishavara skaðaleysan við reiðum peningi fyri tapum, ið beinleiðis standast av ítøkiligum framdum verkætlanum. Í gomlu orðingini stóð, at tað skuldi hava við sær, at ferðslan í tunlinum minkar ella veksur minni enn væntað. Hetta er nú strikað. Hvussu skal tapið, ið stendst av øðrum framdum verkætlanum gerast upp og hvør skal gera tað, spyr løgtingsskrivstovan.
- § 10, stk.1 loyvir skattligar avskrivingar. Men allýsingin um útveganarkostnaðin er strikað. Mælt verður til at allýsa hugtakið. Tað kann eisini tykjast óheppið at gera skattaundantøk í serlóggávu, har møguleiki skal vera fyri at læsa prosentstigan fastan. Kann vísast á aðrar lóggávur, ið loyva hesum sama? Mælt verður til at greina nærri, hvat hugsað verður um orðingina, “sambært teimum prosentstigum sum vóru galdandi tann 25. juni 2013”.
- Hevur løgdeildin hjá Innlendismálaráðnum gjørt sær eina niðurstøðu um, hvørt tað er óheppið, at undantakið verður orðað í serlóg heldur enn í skattalógini, spyr løgmansskrivstovan.
- Hvat er orsøkin til, at landsstýrismaðurin skal fáa heimild at fara út um kommunurnar (í teimum førum, har kommunan ikki setir fram ynski um tað) at veita myndugleikagóðkenning? Og hvør skal meta um, hvørt tað er neyðugt grundað á fíggjarlig atlit?
Lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard fór eftir 1. viðgerð týsdagin í Rættarnevndina hjá løgtinginum. Í telduposti til Rættarnevndina ger Anna Rein, løgfrøðingur á løgtingsskrivstovuni, nevndini greitt, at Innlendismálaráðið ikki hevur tikið viðmerkingarnar frá løgtingsskrivstovuni til eftirtektar.









