Tunnilsprát: Haldi tykkum til gjørdar avtalur

Eitt margháttligt kjak hevur tikið seg upp nú útlit eru til, at Vágatunnilin og Norðoyarunnilin um fá ár verða útgoldnir.

Tunnilslógirnar siga, at tá útveganarpeningurin av tunnlunum er afturgoldin, skulu tunnlarnir latast landinum. Onkur politikari hevur ført fram, at við hesi lógarorðing eiga tunlarnir, umframt at halda sínar skyldur til lánistovnin (íleggingargrunnin), at rinda partapeningin aftur til landið.

 

Í samrøðu við Dimmalætting tann 24/7 tykist tunnilsstjórin, Uni Danielsen, at vera av somu áskoðan. Spurningurin er hvussu orðingin "tá útveganarpeningurin av tunnlunum er afturgoldin" skal skiljast.

Tað eru tveir ella kanska tríggir mátar at fíggja eina íløgu. Íløgan kann fíggjast við eginpeningi, lántøku ella eini samanseting av báðum. Vága- og Norðoyatunnilin eru fíggjaðir við eini samanseting av eginpeningi frá landinum og lántøku. Tá lánini eru afturgoldin er útveganarpeningurin afturgoldin!! Lántøka skal afturgjaldast, eginpeningur skal ikki afturgjaldast. So einfalt er tað.

Tunnlarnir eru sjálvstøðugar løgfrøðisligar eindir sum partafeløg. Hesi feløg hava skyldu til at yvirhalda sínar lániavtalu, men hava hvørki løgfrøðisliga ella moralska skyldu at rinda landinum nakran partapening aftur. Bara tann sannroynd, at landið hevur latið tunnlunum peningin sum partapening er í sjálvum sær eitt sannførandi prógv um hvat ætlanin var við peninginum. Um ætlanin var at tunnlarnir skuldu rinda innskotspeningin aftur til landið, hevði landið avgjørt latið tunnlunum peningin sum ábyrgdarlán við áseting um afturgjaldstreytir. Men tað gjørdi landið ikki! Almennu innskotini vórðu skrásett sum partapeningur og harvið bundin eginpeningur. Tað sigur alt um endamálið. Um onkur kortini skuldi verið í iva, ber til at síggja viðmerkingarnar til upprunaliga lógaruppskotið um Norðoyatunnilin, tá hetta varð lagt fram á sinni. Í viðmerkingunum stóð m.a. "Væntandi kunnu einar 100-120 mió fíggjast við bummpengum, so landsins partur verður millum 230-310 mió um fyrinbils kostnaðarmetingar vísa seg at halda."

Tað kann ikki sigast meira greitt. Almennu pengarnir vórðu ásettir útfrá hvat mann væntaði at bummgjøldini megnaðu at gjalda, og partapeningurin var ein íløga í føroyska vegakervið.

 

Tá tunnilsuppskotini á sinni vórðu løgd fram, var mótstøðan hørð. Ávísir leiðandi politikarar ávaraðu ímóti Norðoyatunnlinum tí hann var alt ov dýrur og almenni váðin ov stórur. Alternativið var, at bygdar vórðu tvær nýggjar ferjur at røkja siglingina um Leirvíksfjørð umframt dagføring av ferjulegum v.m. Hetta hevði helst kostað landinum einar 400 mió umframt árliga afturvendandi játtan til rakstur. Tað eydnaðist kortini "mafiuni" í útjaðaranum at tosa politisku skipanina til fornuft, og játtaðar vórðu 235 mió av almennum pengum til Norðoyatunnilin. Harvið spardi landskassin einar 200 mió kr, sum ein dagføring av sjóvegis sambandi hevði verið dýrari. Nú vilja ávísir politikarar og kanska tunnilsleiðslan við, hava bummgjøldini at rinda hesar 235 mió aftur. Hetta verður gjørt við støði í eini kreativari tulking av lógartekstinum. Henda tulking er beinleiðis í stríð við tað, sum varð sagt og skrivað, tá løgtingið á sinni samtykti hetta mál. 


Norðoyatunnilin og Vágatunnilin eru sólskinssøgur, men tað tykjast mong tíverri at hava ilt av. 

 

Míni ráð eru: Gloymið tykkara kreativu lógartulking og haldið tykkum til gjørdar avtalur!


Jákup Mikkelsen,

fíggjarnevndarlimur