Uppskotið, sum Kári á Rógvi, løgtingsmaður, legði fyri Løgtingið um at taka av lógina um tunnil norður um Fjall við tilhoyrandi vegum fær neyvan tær nógvu atkvøðurnar, tá tað kemur til 2. viðgerð í næstu viku.
Uppskotið hevur verið í rættarnevndini, sum legði sítt álit á tingborð í gjár. Meirilutin í nevndini, sum eru samgonguumboðini Alfred Olsen, Gerhard Lognberg, Hans Pauli Strøm, Poul Michelsen og Annfinn Kalsberg, tekur ikki undir við uppskotinum.
Meirilutin vísir á, at uppskotið um tunnil norður um Fjall varð samtykt við stórum meiriluta í Løgtinginum tann 15. mai í fjør, og meirilutin tekur ikki undir við at taka lógina av.
Minnilutin í rættarnevndini, tjóðveldisumboðini Heini O. Heinesen og Bjørt Samuelsen, hava hvør sínar viðmerkingar til uppskotið hjá Kára á Rógvi, men tey taka heldur ikki undir við at avtaka tunnilslógina.
Uppskotið um at avtaka lógina um tunnil norður um Fjall fær 2. viðgerð í Løgtinginum týsdagin.