Tunnilsgjøld í fleiri ár afturat

Løgmaður staðfestir, at eginpeningurin í tunlunum upp á 395 milliónir skal gjaldast aftur til landið

Í dag fer Kaj Leo Holm Johannesen at siga løgtinginum, at fólk sum koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu gjalda tunnilsgjald í fleiri ár meira, enn tey hava roknað við.

 

Hetta fer hann at siga í svari upp á fyrispurning frá Poul Michelsen, løgtingsmanni.

 

Fleiri hava hildið uppá – serliga politikarar í Vágum og í Norðoyggjum, at tunlarnir verða almennir og ókeypis at koyra ígjøgnum, tá lánsgjøldini eru goldin.

 

Men so er ikki.

 

Tí í svarinum til Poul Michelsen ger løgmaður greitt, at ætlanin ikki er at broyta lógirnar um tunlarnar, og at sambært lógini skal úveganarkostnaðurin gjaldast aftur – bæði tann parturin, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin, sum er fíggjaður við láni.

 

Poul Michelsen spyr eisini, hvat ætlanin er at brúka eginpeningin upp á 395 milliónir krónur til. Til tað sigur løgmaður, at sum er verður partapeningurin nýttur til lutvísa fígging av íløguútreiðslunum av Vágatunlinum og Norðoyatunlinum.

 

– Tá peningurin soleiðis er bundin í partabrøv, kann hann ikki brúkast til onnur endamál, uttan at hann fyrst verður loystur. Landið kann loysa peningin við at avhenda partabrøvini. Til tess krevst lógarbroyting, men ongar slíkar ætlanir eru, sigur løgmaður í svarinum, sum hann hevur sent til Poul Michelsen, og sum hann fer at svara á tingfundinum seinnapartin.

 

Løgmaður sigur, at tunnilsfeløgini kunnu eisini rinda landskassanum vinningsbýti/útluting, inntil upphæddin av innskotna partapeninginum er rokkin.

 

Sostætt er niðurstøðan hjá løgmanni púra greið. Landið skal hava partapeningin aftur, sum settur varð í tunnilsfeløgini.