Ólavur í Beiti
Henrik Old, tingmaður javnaðarfloksins, vil hava at vita frá Finnboga Arge, landsstýrismanni, um tann kanning av tunnilsgerð millum Hov og Øravík er gjørd, sum Løgtingið játtaði pening til? Í øðrum lagi vil Henrik Old hava at vita, Um ikki, nær kann væntast, at nakað úrslit fyriliggur? Og at enda spyr hann Finnboga Arge, hvørja ætlan hevur landsstýrismaðurin um peningajáttan á komandi fíggjarlóg til tunnilsgerð millum Hov og Øravík?
Trupult at breiðka
Í viðmerkingunum til fyrispurningin, sum Henrik Old setti landsstýrismanninum, sigur hann, at á verandi fíggjarlóg er 1 mió.kr. sett av til kanning av umstøðunum at byggja tunnil millum Hov og Øravík, og sagt verður í viðmerkingunum til hesa játtan, at sera trupult er at breiðka hettar vegastrekkið.
? Sum øllum kunnugt, so er ferðslumynstrið nógv broytt seinastu árini, har m. a. stórur partur av okkara fiskaútflutningi fyrst skal flytast eftir vegum okkara, áðrenn hesin fer av landinum, í mun til fyri fáum árum síðani, har farmaskip løgdu til so at siga hvørja kei.
? Fyri at taka ein part av tí tyngstu ferðsluni millum Vág og Drelnes samtykti Løgtingið í vár, at Smyril skuldi sigla á Vág, men fyri at mótarbeiða hesum legði Strandferðslan og Vinnumálastýrið ein túr soleiðis, at eingin fekk nyttu av honum.
? Tað stendur øllum greitt, at neyðugt er sum skjótast at fara undir tunnilsgerð millum Hov og Øravík. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í samferðslumálum, Finnboga Arge, sigur Henrik Old at enda í viðmerkingunum.