Tunnilsfundur

Lurta eftir tunnilsfundinum í Miðlahúsinum mikukvøldið

Í kjalarvørrinum á tunnilssemjuni millum allar flokkar á løgtingi varð skipað fyri tunnilsfundi í Miðlahúsinum mikukvøldið.

 

Við á fundinum vóru:

 

Jørgen Niclasen, Landsstýrismaður í fíggjar- og tunnilsmálum

Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi

Aksel V. Johannesen formaður í Javnaðarflokkinum

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum

Poul Michelsen, formaður í Framsókn

Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum

Gerhard Lognberg, uttanflokkatingmaður

 

Eisini hevði Evald Kjølbro, stjóri á Landsverki, eina framløgu, har hann greiddi frá linjuføringum, prísum og ferðslukanningum.

 

Fundurin varð sendur beinleiðis á Rás2. Lurta eftir fundinum við at trýsta á pílin undir myndini.