Brúgvin í Skálavík er eitt øðrvísi og mennandi 10. floks ár. Her fært tú upplivingar og vinir fyri lívið, bæði hiðani av landi og uttanlands.
- Vit hyggja at samfelagnum, læra um ymisk økir í samfelagnum og um, hvussu vit sum einstaklingar og saman kunnu gera mun í samfelagnum, sum vit eru partur av.
Eftirskúlin vitjar virkir og felagsskapir, og skúlin fær fleiri spennandi vitjanir á gátt.
- Vit læra millum annað um persónlig fíggjarviðurskifti, politisku skipanina í Føroyum og um vit kunnu hava álit á Bíbliuni.
Næmingarnir hava eina verkætlanarviku, har tey saman við donskum eftirskúlanæmingum skriva og framføra ein leik. Leikurin verður vístur bæði í Føroyum og í Danmark.
- Vit fara eisini á eina spennandi námsferð, har vit vitja tríggjar býir í Evropa.
Brúgvin hevur tvær høvuðslærugreinar, sum kallast Saman og Meining. Aftrat tí ber til at velja fleiri lærugreinar, eitt nú Wildlife, tónleik og KokkAmokk. Allar lærugreinarnar síggjast á heimasíðuni www.brugvin.fo
- Nú gleða vit okkum, bæði næmingar og starvsfólk, til, at vit kunnu koyra til Skálavíkar. Hetta fer eisini at gera tað lættari at skipa fyri tiltøkum á skúlanum og hjá gestum at koma at vitja.
Og lagt verður aftrat:
- Hesi seinastu hálvfjórðu árini hava vit siglt aftur og fram við Teistanum, og hevur hann tænt okkum væl, men nú verður spennandi við tunlinum. Hetta fer at gera gerandisdagin meira smidligan við komu til og frá eftirskúlanum, siga starvsfólkini á skúlanum.
Brúgvin fer at hátíðarhalda tunnilsdagin 21. desember við jólakafé frá klokkan 17-22, har livandi tónleikur eisini verður á skránni.
##med2##
##med3##
##med4##