Kollagjørður:Tað liggur eitt blátt farmaskip, skrásett í Bergen, við bryggjuna á Lnagasandi í Kollafirði. Á dekkinum standa ein gravimaskina og ein rúgva av arbeiðsskúrum.
Talan er um útgerð, sum skal flytast til arbeiðsplássið oman fyri Leynar, har tunnilsmunnin til undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund skal verða.
Hendan útgerðin, sum komin er, er bara partur av teirri útgerð, brúkast skal, nú byrjað verður at bora undir Sundið. Restin, tann tunga útgerðin, kemur í næstu viku, frætti Sosialurin á bryggjuni á Langasandi hendan morgunin.










