Tað er nú greitt, at arbeiðið at gera tunnil til Fámjins verður einar 38 milliónir dýrari enn upprunaliga ætlað. Tí hevur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta 38 milliónir afturat til Fámjinstunnilin. Upprunaliga varð hann mettur at kosta 169 milliónir, so nú er játtanin tilsamans 207 milliónir.
Eftir ætlan verður farið undir arbeiðið í ár og serliga næsta ár verður ein stórur partur av arbeiðnum gjørt. Og gongst sum ætlað, verður tunnilin klárur at taka í brúk á sumri í 2024. Tunnilin verður umleið 1,2 km langur og 8,5 m breiður. Harumframt skulu umleið ein kilometur av vegi gerast ørðavíkarmegin, og umleið 400 metraar av vegi skulu gerast fámjinsmegin.
Orsøkin til at neyðugt er at hækka játtananina, er, at tilboðini sum komu inn, vóru munandi hægri, enn Landsverk hevði mett frammanundan. Tá ið Landsverk metti um prísin, mettu teir seg út frá, hvat tað kostaði at gera Hvalbiartunnilin, men síðani eru teir hækkaðir nógv. Hvalbiartunnilin kostar 65.500 krónur fyri meturin, men Tunlarnir norður um Fjall kosta 73.800 kónur meturin, og nú vísir tað seg, at Fámjinstunnilin kostar 96.600 krónur meturin.
Landsverk vísir á, at tað eru fleiri óvissur við kostnaðarmetingini, til dømis at jarðfrøðin ímillum Ørðavík og Fámjin tann mest avbjóðandi í Føroyum, og tí kann fjallið verða sera vánaligt at bora ígjøgnum, sigur landsstýrismaðurin.