Ebenezerkórið í Kaldbak

Tíðindaskriv:

 

Ebenezerkórið kemur á vitjan í Kaldbakshøllini í kvøld týskvøld 20.05. kl. 20.

 

Ebenezerkórið var á sangferð í Skotlandi 24. til 28. apríl 2025. Kórið hevði konsertir bæði í Edinburgh og í Aberdeen.

 

Sangløtan týskvøldið 20. mai verður merkt av ferðini hjá kórinum í Skotlandi. Vit kunnu gleða okkum til góðan kórsang við solistum, til felagssang og eitt lívgandi orð.

 

Hjartaliga vælkomin í høllina í Kaldbak hettar vakra summarkvøldið 20. mai kl. 20.00!

 

 

 

Samkoman Nazaret