Tunnilin vendir á høvdið

Tað staðfestir Jógvan á Lakjuni

- Tunnismálið vendir øvugt.

Tað staðfestir Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um, at Løgtingið viðgerð málið um Eysturoyartunnilin, hóast tað er ført fram, at nógvir upplýsingar mangla í málinum.

 

Jógvan á Lakjuni sigur, at eftir støðuna í áttatiárunum fingu vit eina nýggj stýrisskipanarlóg í 1994, har endamálið var at hava greiðan skilnað ímillum lóggevandi valdið, Løgtingið, og útinnandi valdið, Landsstýrið.

 

- Tað er Løgtingið, sum ger lógirnar og landsstýrið, sum útinnir tær í verki.

Tí er rætta mannagongdin, at Løgtingið ger lógirnar fyrst, so kann landsstýrið gera sáttmálar og avtalur, sum halda seg innanfyri lógina.

 

Tað er mannagongdin, tá ið avtalur verða gjørdar við oljufeløg, fyri at nevna eitt dømi. Har hevur Løgtingið samtykt eina rammulóg, har politiski viljin er ásettur og so samráðist landsstýrið um sáttmálar innanfyri tað.

 

Tað er tann rætta mannagongdin og tað er ómetaliga týdningarmikið, at Løgtingið heldur fast um tað, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

Og sjálvandi skulu allir upplýsingr fylgja við, tá ið eitt mál verður lagt fyri Løgtingið. Tað er alneyðugt og tað ganga vit eisini út frá, at teir gera, tá ið málið verður lagt fram.

 

Í sambandi við Eysturoyartunnilin var mannagongdin tann øvugta. Her var sáttmálin gjørdur fyrst, so skal Løgtingið samtykkja eina lóg, sum passar til sátmálan.

- Tað er ikki rætt mannagongd, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

 Hann leggur kortini afturat, at tað er altíð løgtingið sjálvt, sum avgerð um eitt mál skal viðgerast ella ikki.

 

- Eru ivamál, kann ein meiriluti í formansskapinum mæla Løgtinginum til at burturvísa eitt mál og so atkvøður Løgtingið um tað. Er meiriluti fyri at viðgera tað kortini, verður tað viðgjørt, sigur Løgtingsformaðurin.

 

Hinvegin sigur hann, at tá ið uppskotið varð lagt fyri Løgtingið, hevur onki galið verið við tí, annars hevði umsitingin í Løgtinginum gjørt vart við tað.

 

Men ímeðan uppskotið er í Løgtinginum, eru nógvir upplýsingar komnir fram, sum Løgtingið ikki vistu um frammanundan.

 

Jógvan á Lakjuni sigur, at sjálvandi skal Løgtingið hava allar upplýsingarnar. Hinvegin ber heldur ikki til at almannakunngera alt samskifti í einum ráðið, hvørja ferð, eitt mál verður lagt fram.

 

- Men hetta er eitt serligt mál. Og nú er støðan tann, at málið er longu liggur í Løgtinginum, er tað uppgávan hjá Rættarnevndini, at fáa alt fram og at lýsa málið fyri Løgtinginum.

Og tað væntar løgtingsformaðurin eisini, at nevndin fer at gera.