Tunnilin undir Tangafirði triðjur í røðini

- Seinast, eg var á Toftum fyri nógvum árum síðan, mundi blivið borgarakríggj, tí tá var renovatiónin á skránni, segði Heini Olsen

Tunnilssamband

Heini Olsen, verkfrøðingur, sum í fleiri ár hevur starvast hjá landsverkfrøðinginum, eins og hann eisini hevur starvast úti í stóru verð, var við á fundinum á Svangaskarði, tá ið áhugabólkurin legði fram uppskotið um tunnil millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið.
Heini segði, at hann kendi seg eitt sindur rørdan aftur at verða á Toftum.
- Hýrurin góður, nú tosað verður um undirsjóvartunnil. Men
seinast, eg var á Toftum fyri nógvum árum síðan, mundi blivið borgarakríggj, tí tá var renovatiónin á skránni, segði hann.
Hetta var nevniliga um tað mundið, tá ið ætlanin var at leggja
brennistøðina hjá IRF á Høganesi.
Mótstøðan móti hesi ætlan var rættiliga stór, og úrslitið gjørdist, at eingin brennistøð varð bygd í kommununi.
Heini greiddi frá tí arbeiði, sum landsverkfrøðingurin áður hevur gjørt í samband við ein møguligan tunnil millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið.

Triðjur í røðini
Hann vísti nøkur kort fram, har ymiskar linjur fyri ein komandi tunnil vóru settar út í kortið.
Ivleyst er vitanin um tunnilsgerðir og havbotnin størri í dag, enn hon var tá, og tí kundi tann, sum var áskoðari á fundinum, fáa ta fatan, at nøkur av uppskotum landsverkfrøðingsins ikki samsvara heilt við uppskotið hjá áhugabólkinum um, hvar ein møguligur tunnil eigur at verða bygdur.
Heini Olsen segði, at landsverkfrøðingurin í sínari tíð hevði undirsjóvartunnilin millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið, sum tann triðja í røðini av møguligum undirsjóvartunlum.
- Fyrstur á "listanum" var tunnilin undir Vestmannasundi, síðan tunnilin undir Leirvíksfirði og til seinast tunnilin undir Tangafirði, segði hann.