Tunnilin til Viðareiðis nógv dýrari enn mett

VIÐAREIÐISTUNNIL Tað fer at kosta 35 milliónir krónur meiri at gera tunnil til Viðareiðis, enn higartil mett

Tað fer at kosta nógv meiri at gera tunnil til Viðareiðis, enn higartil mett.
Tað vísir ein nýggj kostnaðarmeting, Landsverk hevur gjørt.
Landsverk hevur annars mett, at Viðareiðistunnilin fer at kosta 150 milliónir at gera.
Tann metingin er gjørd við fyrimynd í Hovstunlinum og øðrum tunlum og Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot um at gera tunnil til Viðareiðis og at játta í mesta lagi 150 milliónir til endamálið.
Men nú hevur Landsverk gjørt neyvari metingar og nú vísir tað seg, at tunnilin fer at kosta nógv meir.
Nýggjastu kanningarnar hjá Landsverki vísa, at ein tunnil til Viðareiðis fer at kosta 185 milliónir krónur at gera, ella 35 milliónir meiri enn upprunaliga mett.
Tað eru góð 23% meiri enn upprunaliga kostnaðarmetingin.
Tískil mælir Landsverk til, at lógin verður broytt, so at Løgtingið samtykkir at játta 185 milliónir til endamálið ístaðin fyri 150 milliónirnar, sum upprunaliga ætlað.
Á Landsverki vænta tey at vera liðug við prosjekteringina nú í mars i? mars . So kann arbeiðið bjo?ðast u?t i? juni og tunnilin verður so liðugur í 2016.
Í hesum sambandi skal rúm finnast fyri meirkostnaðinum á játtanarkarminum fyri hesi næstu árini.
Yvirhøvur er best er at ja?tta peningin soleiðis at tunnilin kann gerast i? einum, og tá fæst eisini skjótari gagn av íløguni, sigur Atli Eiriksson, fi?ggjarra?ðgevari í Fíggjarmálaráðnum.

100 milliónir bíligari
Annars hevur Landsverk víst á, at tað ber til at gera eina nøktandi farleið til Viðareiðis uttan at gera tunnil.
Hendan ætlanin ber í sær at breiðka vegin og gera hann tveybreytaðan. Samstundis skulu breiðar trygdarveitir gerast omanfyri vegin, sum taka grót og steinar, sum loypa úr fjallinum.
Harafturat ber til at gera stórar savningarbrunnar, sum svølgja vatninum, skuldi tað hent, at áin loypur.
Harafturat ber eisini til at gera verjugarðar at taka grót og steinar, sum loypa.
Landsverk metir, at fyri ferðslutrygdina er hetta ein nøktandi loysn.
Hetta fer at kosta einar 76 milliónir, ella 109 milliónir minni enn at gera tunnil.
Samstundis verða 1,3 millión spard í rakstri um árið, tí rakstrarútreiðslurnar av einum tunli eru væl hægri enn av vegi.
Stovnurin sigur eisini, at verður Viðareiðisvegurin breiðkaður, og aðrar ábøtur gjørdar, verður nógv avlopsgrót til taks, sum kann brúkast til byrgingina um Haraldssund, sum sostatt verður 5-10 milliónir bíligari enn annars.
Landsverk leggur afturat, at grótið sum fæst úr eini tunnilsgerð, kann ikki brúkast til byrgingina.