Tunnilin til Hvalbiar verður ikki framskundaður

Tað eru ongar ætlanir í samgonguni um at framskunda arbeiðið at gera nýggjan Hvalbiartunnil.

Tað staðfestir, Kári. P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, enn einaferð.

Spurningurin um Hvalbiartunnilin hevur javnan verið reistur á Løgtingið.

Og nú hevur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, aftur spurt landsstýrismannin, hvussu verður við tunlinum og um ætlanin er at seta pening av til tunnilin, nú samgongan viðgerð fíggjarkarmarnar fyri hesi næstu árini.

Men Kári P. Højgaard ger greitt, at tað er ikki ætlanin at seta nakað av til tunnilin enn.

Svarið frá landsstýrismanninum er nevniliga enn sum áður, at sum íløguætlanin hjá samgonguni er, verður nýggjur Hvalbiartunnilin ikki liðugur fyrrenn um átta ár.

Hann sigur, at samgongan hevur samtykt eina íløguætlan og eftir henni verða 165 milliónir settar av til nýggjan Hvalbiartunnil í árunum 2018-2021.

- Eftir hesi ætlan verður farið undir Hvalbiartunnil, tá Viðareiðistunnilin er liðugur, sigur Kári P. Højgaard.

Samstundis verður mælt frá at seta fleiri stórar verkætlanir ígongd samstundis.

- Fíggjarorkan er avmarkað, og verða fleiri stór arbeiði í gongd samstundis, verður endin, at árliga játtanin til hvø?rja verkætlan, verður bara minni.

- Sostatt gongur longri tíð at fáa hvø?rt einstakt arbeiði liðugt so at nytta fæst burtur úr henni.

- Heldur verður mælt til at gera arbeiðini liðug so skjótt sum til ber, fyri at samfelagið sum skjótast skal fáa nyttu av tí peningi, sum er lagdur í eina verætlan.