Tunnilin til Dals: Tað man fara at ganga

Nú er hann tætt við, sigur Henrik Old, landsstýrismaður

Dalstunnilin er nú so tætt við, at um byrjað verður upp á hann í heyst, ella næsta vár, man fara at ganga.

 

Tað heldur Henrik Old, landsstýrismaður. Hann hevur rættiliga fest eld í, nú hann hevur givið Landsverki boð um at tunnilssjakkið, sum skal bora tunlar til ymsar smábygdir, skal byrja við Fámjinstunlinum. Annars siga fleiri limir í samgonguni, at tað er avtala, at tunnilin til Dals skal vera tann fyrsti.

 

Men tað undrar Henrik Old, at dalbingar eru komnir til ta niðurtøðu, at ætlanin at gera tunnil til Dals, er slept. Hann sigur, at hesi seinastu nógvu árini hevur hann verið ein av teimum fáu, kanska tann einasti, sum hevur talað fyri at fáa stovna eitt tunnilslið, sum kann bora tunlar til smærru bygdirnar so sum Famjin, Dal, Tjørnuvík og Gjógv.

 

Hann sigur, at nú lukkaðist so loksins at fáa eina játtan til endamálið, og tí veit hann ikki, hvaðani dalbingar hava tey tíðindi frá, at Dalstunnilin er sleptur.

 

Henrik Old sigur, at í ár hevur hetta tunnilsliðið fingið eina játtan upp á sjey milliónir. Tí heldur hann, at tað er lagaligast at byrja í Fámjin, tí har er bæði smiðja og arbeiðsfólk longu til taks. Men í Dali koma tey ongan veg fyri sjey milliónir, sigur hann.

 

Hann ásannar, at tað er ein ávís mótstøða ímóti at hetta tunnilsliðið yvirhøvur verður sett at bora tunlar til smábygdir. Tinglimir í andstøðuni eru ímóti og tað er Vinnuhúsið eisini.

 

– Tá ið byrjað verður at bora, er tað tískil avgerandi, at tað er væl fyrireikað, og at tann útgerð, sum skal til, er til staðar, sigur hann

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tá ið hann læt uppskotið til fíggjarlóg fyri í ár, úr hondum, var ein millión sett av til Dals, og tað sama varð sett av í fjør. Samstundis eru 7,5 milliónir settar av í 2020, við tí fyri eyga at Dalstunnilin skal gerast, tí hann verður helst meira enn tvær ferðir so langur sum Famjinstunnilin og væl longri enn Tjørnuvíkartunnilin.

 

Henrik Old sigur, at ein tunnil til Famjins verður knappar 900 metrar langur og verður liðugur næsta ár. So um Dalstunnilin byrjar í heyst, ella til várs aftur, tá øll viðurskiftir eru komin uppá pláss, man fara at ganga, tá man nú er so nær við, heldur hann.  

 

Trýst HER og les meiri um, hvussu Henrik Old sær støðuna.