Hovstunnil
Málið um at gera tunnil ímillum Øravík og Hov í Suðuroy er lagt fyri løgtingið.
Ætlanin hevur alla tíðina verið at tunnilin skal gerast, men áðrenn arbeiðið kann setast ígongd, má Løgtingið geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild til at seta arbeiðið í verk.
Tí legði Bjarni Djurholm týsdagin eina verklagslóg fyri Løgtingið, har hann biðjur um loyvi til at gera Hovstunnilin og tilhoyrandi vegir og at brúka í mesta lagi 150 milliónir krónur til endamálið.
Fáa betri tunnil
Tankin um tunnil ímillum Suðuroy og Hov, er ikki heilt nýggjur.
Í seinnu helvt av nítiárunum vórðu jarðfrøðiligar kanningar og royndarboringar gjørdar í økinum, og útfrá úrslitinum av teimum, var ein linjuføring stungin út í kortið.
Í 2001-2002 vórðu tunnil og vegir báðumegin við projekterað, og tá var ætlanin at gera inntøkini í 2002.
Men hetta varð av ongum, tí áðrenn gongd kom á arbeiðið, var tankin setur fram um eina nýggja linjuføring væl lægri í lendinum, men í einum jarðfrøðiliga truplum øki.
Men av tí at henda linjuføring bæði samfelagsliga og ferðslutekniskt liggur betri, og at tøknin er nógv ment, varð avgjørt at kanna nýggju linjuføringina í samstarvi við jarðfrøðingar og aðrar ráðgevarar.
Neyðugar forkanningar og metingar vórðu gjørdar í nýggja økinum í 2004 og útfrá tí varð so ein nýggj linjuføring stungin út í kortið.
Projekteringin er farin fram í endanum av 2004 og byrjanini av 2005.
Tunnilin 2.437 metrar langur
Nú tunnilin skal gerast, er talan um eina verkætlanin upp á tilsamans 4.677 metrar av tunli og vegum.
Sjálvur tunnilin verður 2.437 metrar langur. Men Øravíkarmegin skulu 1.790 metrar av vegi dagførast og gerast av nýggjum ogHovsmegin skulu 450 metrar av vegi gerast av nýggjum.
Øravíkarmegin verður innslagið í Tjaldarvíksbrekkum og Hovsmegin undir hamarinum við Torvsheygg, sum er einar 200 metrar í ein útnyrðing, har landsvegurin fer um Hovsá.
Tunnilin verður 9,5 metrar breiður í neðra og vegurin í honum verður 7 metrar breiður. Vegirnir til tunnilin vera 7 metrar breiðir við 1,25 m breiðari vegøksl á hvørjari síðu.
Arbeiðið at gera tunnil og vegir skal bjóðast út. Bjarni Djurholm sigur, at ætlanin er at útbjóðingartilfarið skal vera liðugt mitt í apríl og fyrst í september skal tað verða klárt at byrja upp á sjálvan tunnilin.
À fíggjarlógini í ár eru 31 milliónir krónur settar av til endamálið. Tað stóra takið verður næsta ár, tá ið tað verður neyðugt at seta 75 milliónir krónur av til arbeiðið, men so verður aftur neyðugt at seta 44 milliónir av í 2007.
Løgtingið fer at viðgera málið í næstum.










